140x140

Krem

Krem ger húðina mjúka og ofta vælangandi, men tíverri innihalda krem ofta evni, sum kunnu verða tær og umhvørvinum til skaða.  

 

Evni í kremi kunnu dálka umhvørvið

Húðkrem kann innihalda óynsktu evnini muskxylen og siloksan (D5).

Krem til húð og kropp kunnu eisini innihalda ymisk paraben. Nøkur paraben eru undir illgruna fyri at ávirka hormonjavnvágina, bæði hjá fólki og djórum. Harafturat kunnu tey elva til ovurviðkvæmi. 

 

Dømi um dálkandi evni í kremi: 

 

Góð ráð um krem

  • Keyp umhvørvismerkt krem, sí her

  • Brúka ikki meira krem enn neyðugt er

  • Keyp krem uttan anga

 

Svanurin og blóman

Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarliga krem. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Blómuni ella Svananum, er tað trygd fyri:

  • At vøran er millum tær minst umhvørvistyngjandi av sínum slag,

  • At atlit eru tikin at tínari heilsu,

  • At góðskan er góð

 


Burturbeining

Óbrukt krem og tóm íløt skulu burturbeinast saman við vanliga húsarhaldsburturkastinum. Kosmetikkleivdir skulu tó burturbeinast sum serliga dálkandi burturkast. Les meira um burturbeining av burturkasti her.

 

Les hvat onnur skriva

  

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Krem